Breddin

Breddin: Uppsjóvarkvotur og fast-track skipan
18-11-2021
Tvey evni eru í Breddanum

Hví skal eitt virki á landi fáa kvotur av uppsjóvarfiski? Og hvat merkir tað, tá kvotan verður latin til "vinnuligar royndir til menning og nýskapan" ?

Tavan hevur síðstu árini ligið framvið at fáa kvotur burturav tí serligu játtan, sum Fiskimálaráðið letur sum "vinnuligar fiskiroyndir". Tá hesar kvotur vórðu útlutaðar í summar, fekk Tavan 350 tons av makreli og 700 tons av sild. Í hesum kvotum verður serstakur dentur lagdur á menningar- og nýskapanarvirðið, umframt virðisøking av veiðuni.

Tavan lá eisini framvið, tá Fiskimálaráðið skuldi útluta kvotur til "vinnuligar royndir til menning og nýskapan." Hesar kvotur verða latnar fyri eitt ár í senn, í upp til fimm ár. Tavan fekk 1000 tons av norðhavssild - umframt góð 800 tons av ófiskaðari sildakvotu frá í fjør. Hetta eru somu kvotur til menning & nýskapan, sum eisini vórðu latnar til Vestmanna Fiskavirki og felagið sum eigur Sandshavið.

Vit vitja á Tavuni og tosa við Jóan Magnus Rasmussen, stjóra.

Og í dag kemur nýggj skipan í gildi, sum ger tað lættari hjá arbeiðsgevarum at heinta arbeiðsmegi úr londum uttan fyri ES. Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, Magnus Rasmussen, og Mattias Tesfaye, danski ráðharrin í útlendinga- og integratiónsmálum, skrivaðu fyri tveimum vikum síðani undir avtalu um eina nýggja fast-track skipan, sum fer at stytta munandi um viðgerðartíð og umsitingina í sambandi við arbeiðsloyvi.

Føroyskir og danskir myndugleikar hava sett sær sum mál, at fullfíggjaðar umsóknir um undangóðkenning skulu verða avgreiddar eftir í mesta lagi 10 døgum, og at fullfíggjaðar umsóknir um arbeiðsloyvi skulu verða avgreiddar eftir í mesta lagi 30 døgum.

Magnus Rasmussen vitjar í útvarpsstovuni.

Sendingina gjørdu Arnfríð Joensen Dahl, Jón Brian Hvidtfeldt og John Johannesen, sum eisini var redaktørur.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Í sendingini í dag viðgera vit eisini Helsingfors-sáttmálan um Norðurlandaráðið, sum nú verður dagførdur
04-04-2024
Vit eru ikki samd um grunnleggjandi premissið og tað eyðkennir kjakið um fosturtøku
26-03-2024
Í juni skulu evropearar á val og sjáldsom steinsløg seta Arktis á alheims pallin
22-03-2024
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024
Kjak er í útvarpsstovuni um førda fíggjarpolitikkin og javnstøðu, og so verður hugt at møguleikanum fyri kommunusamanlegging í Suðuroy
19-03-2024
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024