- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Ein ætlað útbygging hjá SEV, sum snýr seg um eina stóra pumpuskipan í Vestmanna, svarar til eina íløgu á hædd við ein undirsjóvartunnil, ella umleið 1,3 milliardir krónur. Hetta fer at økja skuldina hjá almenna orkufelagnum við meira enn einum triðingi. Hevur SEV ráð til hetta, og kunnu brúkararnir rokna við hægri elprísum, fara vit millum annað at spyrja ein greinara og stjóran hjá SEV.
Vit líta eisini aftur á franska forsetavalið, og hvønn týdning tað hevur, at sitandi forseti vann valið, meðan høgravíðgongdi avbjóðarin, Marin Le Pen, tapti. Tó var hon væl nærri einum sigri, enn hon var á seinast. Hvønn politikk skulu vit vænta, at afturvaldi forsetin fer at reka. Tann sama, sum undanfarnu fimm árini, ella verður hann noyddur at broyta politikkin, so hann fær størri undirtøku í franska fólkinum, enn hann hevur nú? Tað fara vit at hoyra ein lektara í fronskum geva okkum eitt boð uppá.
Gjørt sendingina hava Krista Johnsdóttir Kreutzman, Uni Holm Johannesen, Hallur av Rana og Kári Mikkelsen, sum eisini var redaktørur.