Breddin

Breddin: Koltursætlan og vakmyndatól
06-05-2022
Í dag vóru evnini vakmyndatól í býarrúminum og sonevnda koltursætlanin umrødd í Breddanum.

Løgtingið fer í dag at samtykkja heimild til landsstýrið at játta 9 milliónir krónur til sonevndu koltursætlanina hjá Tjóðsavninum. Játtanin er treytað av, at Tjóðsavnið fær uttanhýsis fígging til restina av koltursætlanini, sum í alt er mett kosta 65 milliónir krónur. Ætlanin fevnir um varðveiting og nýbygging av býlingum í Koltri og um at endurskapa upprunaligu náttúruna í oynni. Vit ringdu til bóndan í Koltri, Bjørn Patursson, um hvat gerast skal í oynni, og høvdu stjóran á Tjóðsavninum, Herleif Hammer, í útvarpsstovuni at skifta orð um ætlanina.

Eftir nógvar harðskapstilburðir í náttarlívinum í Havn, hava politistafelagið og onnur við teimum sett fram ynski um at fáa sett upp nøkur vakmyndatól í miðbýum. Eitt nú uttan fyri dansistøð, og har nógv fólk annars møtast um vikuskiftið. Hetta hevur Dátueftirlitið avvíst, tí lógarheimild er ikki fyri hesum.

Ein sum sigur seg stuðla politistafelagnum og teimum, ið ynskja vakmyndatól, er Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, sum heldur, at borgararnir í kommununi skulu kenna seg tryggar, tá teir fara í býum. Og kunnu vakmyndatól vera við til at skapa størri tryggleika, ja, so eigur kommunan at fáa loyvi til at seta slík upp. Borgarstjórin vil hava løgmann at taka stig til at fáa neyðugu lógarheimildina úr Løgtinginum um loyvi til at seta upp vakmyndatól.

Ruth Vang, býráðslimur og løgtingslimur, er hinvegin hart ímóti, at kommunan fær loyvi til at seta upp vakmyndatól í býarrúminum. Hon heldur, at rætturin til eitt privatlív eigur at viga tyngri, enn tað at geva politinum loyvi til yvirvaking av borgarum í býarlívinum. Hetta líkist viðurskiftum í totaliterum statum, har myndugleikarnir brúka hetta sum høvi til at halda eyga við teirra borgarum, sigur hon.

Vit høvdu teir báðar Bjarna Kárason Petersen, floksfelaga hjá Ruth Vang, sum er stødd uttanlands, og Heðin Mortensen, borgarstjóra, í útvarpsstovuna at venda spurninginum um vakmyndatól.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Í juni skulu evropearar á val og sjáldsom steinsløg seta Arktis á alheims pallin
22-03-2024
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024
Kjak er í útvarpsstovuni um førda fíggjarpolitikkin og javnstøðu, og so verður hugt at møguleikanum fyri kommunusamanlegging í Suðuroy
19-03-2024
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024
Gongd í haga
27-02-2024