Breddin

Breddin: Tiltøkini móti Russlandi
07-09-2022
Kjak í útvarpsstovuni millum allar flokkar á løgtingi

Formenninir í øllum politisku flokkunum fingu fundarboð úr Tinganesi í gjár. Á dagsskránni vóru revsitiltøkini móti Russlandi. Russiska innrásin í Ukraina byrjaði 24. februar, og kríggið hevur nú vart í meira enn hálvt ár.

Í apríl kom landsstýrismaðurin í uttanríkismálum í løgtingið við uppskoti til eina sonevnda "rammulóg", har hann bað løgtingið um loyvi at seta í verk tiltøk móti Russlandi. Men løgtingið avmarkaði møguleikan hjá landsstýrismanninum at seta í verk tiltøk. Tí, segði løgtingið - "Tiltøk sum kunnu ávirka fiskivinnuavtalur við onnur lond, ella sum avmarka útflutning av fiskavørum og matvørum, kunna ikki setast í verk uttan við heimild í serstakari løgtingslóg." Landsstýrismaðurin fekk also ikki heimild at nerta fiskivinnusamstarvið við Russland, uttan at spyrja løgtingið um tað einaferð afturat.

So tá drúgva kunngerðin um revsitiltøk varð lýst og kom í gildi, fyrst í juli - var tað uttan tiltøk móti russisku fiskivinnuni. Einasta avmarking var, at russisk fiskiskip ikki longur kundu liggja í føroyskari havn og avskipa sína veiðu umborð á russisk farmaskip. Men tað høvdu tey fyri sovítt heldur ikki gjørt frammanundan - tey allarflestu farmaskipini vóru longu undir øðrum flaggi.

Síðani 5.juli hava 15 farmaskip tikið lut í umskiping av fiski frá russiskum fiskiskipum. Farmaskipini eru heimahoyrandi í Panama, Bahamas og Kypern - men okkurt teirra er eisini undir norskum og føroyskum flaggi.

Á Breddanum í dag spyrja vit, um tiltøkini hjá almennu Føroyum móti Russlandi hava gjørt nakran mun.

Russisk fiskiskip hava higartil í ár umskipað meira enn 150.000 tons av svartkjafti í føroyskari havn. Tey umskipa, eins og áður, í høvuðsheitum til farmaskip undir øðrum flaggi enn tí russiska. Vit spyrja politisku flokkarnar, um tað er í lagi.

Árligu fiskivinnusamráðingarnar við Russland standa fyri framman. Vit spyrja, hvat Føroyar skulu gera við hesar samráðingar.

Luttakarar:
Bárður Nielsen, løgmaður
Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum
Christian Andreasen, formaður í Fólkaflokkinum
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi
Djóni Nolsøe Joensen, næstformaður í Javnaðarflokkinum
Ruth Vang, forkvinna Framsókn
Sámal Petur í Grund, formaður í Sjálvstýri

Redaktión: Hallur av Rana, Kári Mikkelsen og Jón Brian Hvidtfeldt, sum eisini er redaktørur.

 

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Løgtingið heitir á landsstýrismannin í lógarmálum um at broyta lógina, so kommunur kunnu seta vakmyndatól upp í allenna rúminum
17-05-2024
Kjak við Sonju Jógvansdóttir, Samtak og Niels Winther, Vinnuhúsið. Eisini tosa vit við Sigri Gaini sum hevur skrivað Ph.D. um haturstalu.
14-05-2024
Í Breddanum í dag verður spurt, um kvinnur fáa nøktandi hjálp og kunning, tá tær venda sær til lækna í sambandi við skiftisárini.
07-05-2024
Almenn partafeløg eiga ikki at vera lønarførandi, heldur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður
03-05-2024
Í sendingini verður tosað við fráfarandi kommunalpolitikara og formannin í Demokratia.
02-05-2024
Verjumálaráðharrarnir í øllum Norðurlondum hittast í Føroyum í dag á ráðharrafundi í norðurlendska verjusamstarvinum NORDEFCO
30-04-2024
Eigur Búskaparráðið at taka meira hædd fyri inntøkum frá tilfeingsvinnuni í búskaparfrágreiðingum? Og hvørjar orkukeldur eiga Føroyar at satsa uppá?
23-04-2024
Seinastu fimm árini hava vit sent 56 børn við sálarligum avbjóðingum av landinum.
19-04-2024
Evnið í sendingini er Ríkisfelagsskapurin, har formenninir í Tjóðveldi, Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum eru í útvarpsstovuna og kjakast
18-04-2024
Ein søgulig semja tvørtur um miðjuna. Tað bleiv sagt um semjuna um tøkugjøld. Men hvat merkir nýggja semjan fyri inntøkurnar hjá landinum? Og hví er hendan loysnin betur?
16-04-2024
Evnið í Breddanum er ætlanin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at lóggeva alt av fiskinum til lands. Kjak verður millum umboð fyri andstøðu og samgongu í Vinnunevndini
12-04-2024