- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Í gjár fall lógaruppskotið um broytingar í fosturtøkulógini, sum Bjarni Kárason Petersen, landsstýrsmaður í lógarmálum, hevði lagt fram.
Hetta er eitt mál, sum politiska skipanin hevur hildið seg burtur frá at viðgera í mong ár - eitt sonevnt politiskt "ikki-mál," sum tó er eyðkent av, at tað er politiskt. Tey flestu vilja hava broytingar, men eingin vil nerta tað.
Landsstýrismaðurin fekk nógv rós fyri yvirhøvur at leggja tað fram, tá tað var til aðru viðgerð í gjár.
Men tað var ikki nóg mikið. Tá atkvøtt var, stóð á jøvnum. 15 atkvøður vóru fyri og 15 ímóti, og sostatt fall uppskotið.
Í sendingini verður spurt, um vit framvegis eru í sama stað í fosturtøkumálinum.
Tingfólkini Helgi Abrahamsen, Steffan Klein Poulsen, Eyðdis Hartmann Niclasen og Hervør Pálsdóttir vera í útvarpsstovuni.
Breiðar semjur
Breiðar semjur tykjast vera eitt nýtt rák í føroyskum politikki.
Samgongan hevur gjørt semju við Sambandsflokkin um tøkugjøld í alivinnuni, og í gjár var boðað frá, at samgongan og Sambandsflokkurin eisini hava gjørt semju í málinum um burðardygga ferðavinnu, nú tað er komið aftur úr vinnunevndini.
Hvat merkir tað?
Politisku viðmerkjararnir, Beinta Løwe, Jóannes Eidesgaard og Bjarni Djurholm vera í útvarpsstovuni.