- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Fíggjarlógin fyri komandi ár verður løgd fram í morgin.
Men okkurt klapp út í tinginnum í gjár, har skættalættar fyri 70 mió kr vóru kunngjørdir.
Hvat skulu vit vænta av einari fíggjarlóg í einari tíð við stórum prísvøkstri, og tá tað samstundis er seinasta fíggjarlógin hjá sitandi samgongu?
Vit hita upp til fíggjarlógina og viga politisku støðuna í útvarpsstovuni um eina løtu.
Nýggjur stjóri var í gjár settur á brúnna á Strandfaraskipum Landsins. Niels Juel Arge skal stýra strandferðsluni komandi tíðina, hvørjar ætlanir hevur hann fyri stovnin og hvussu førir man ein stovn við niðurslitnum skipum fram í tíðina? Tað spyrja vit millum nýggja stjóran og bretska pundið er skramblað í viðri seinastu vikuna ella so, eftir at nýggi fíggjarmálaráðharrin kunngjørdi eina røð av skattalækkinum. Hvat er tað sum er hent í Bretlandi, sum enntá hevur fingið altjóða gjaldoyrastovnin at tala at og ávara eitt nú um vaksandi ójavna? Tað vera vit klókari uppá seinast í sendingini.
Sendingina í dag gjørdu Kristinn Vang, Kári Mikkelsen og Tróndur Olsen, sum eisini var redaktørur.