- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Fíggjarlógin fyri komandi ár verður løgd í dag.
Hvønn politikk fer landsstýrið at føra komandi ári, sum eisini er seinasta árið hjá sitandi samgongu?
Vit tosa við landsstýrismannin tá hann um eina løtu er liðugur at leggja fíggjarlógina fram fyri almenninginum.
Vit viðgerða eisini tvær søgur uttan úr heimi í dag. Um middagsleiti okkara tíð fer russiski forsetin Vladimir Putin væntandi formliga at innlima hersettu landslutirnar Luhansk, Donetsk, Zaporizhzhia og Kherson. Hvat kemur hetta at merkja fyri kríggi?
Og so verður forsetaval í Brasilia sunnudagin, har sitandi forsetin, Jair Bolsonaro, maðurin summi kalla tann tropiski Trump, kappast ímóti fyrrverandi forsetanum Lula, um at vinna, ella endurvinna forsetasessin.
Sendingina í dag gjørdu Regin Winther Poulsen, Kári Mikkelsen, Kristinn Vang og Tróndur Olsen, sum eisini var redaktørur.