- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Breddin - búskaparfrágreiðing og útboð
01-03-2023
Búskaparráðið leggur fram várfrágreiðingina og skulu kommunur bjóða út uppgávur
Búskaparráðið tekur í dag feburin á føroyska búskapinum - várfrágreiðingin verður løgd fram í dag. Vit hoyra úr Smæruni og tosa við formannin um støðuna eftir eitt ár við met-høgari inflatión og um framtíðarútlitini.
Og hvat er galdandi tá kommunur og landið skulu bjóða arbeiðsuppgávur út og eiga kommunur at bjóða uppgávur út í almennum útboði?
Vit tosa við Magnus Magnussen, formann í Føroya Handverksmeistarafelag, Atla S. Leo, fulltrúa í Fíggjarmálaráðnum, Tórbjørn Jacobsen, formann í Kommunufelagnum og Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum.
Gjørt sendingina: Kári Mikkelsen, Hallur av Rana og Tróndur Olsen, sum eisini var redaktørur.
Breddin
Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Vesturheimurin sær Navalny sum ímyndina av fólkaræði, men hann var eisini ein umstríddur persónur - og í tvey ár hevur einki virksemi verið á Familjudeplinum
22-02-2024