Breddin

Breddin: Bankar ridla og tænastur til børn skulu samskipast
29-03-2023
Er ein bankakreppa á veg? Og hvat merkir tað ítøkuliga, at eitt semjuskjal er undirskrivað um at øll børn í Føroyum skulu hava tað gott?

Stórir bankar ridla - og eisini evropeisku stórbankarnir Credit Suisse og Deutsche Bank eru ávirkaðir.
Hvat er tað,sum hendir millum bankar? Og er ein nýggj bankakreppa á veg?
Malan Johansen, landsbankastjóri greinar støðuna fyri okkum.

 

Øll børn í Føroyum skulu hava tað gott
Føroyar skulu verða besta stað í heiminum hjá øllum børnum og ungum at vaksa upp í.
Hetta eru landsstýrið og kommunurnar samd um, og í gjár undirskrivaðu tey eitt semjuskjal, sum sigur, at barnið altíð skal verða í miðdeplinum í tilgongdini hjá tí almenna.

 

Men hvat merkir hetta meira ítøkjuliga? Og hvørjar ætlanir liggja aftanfyri?

 

Margit Stóra og Djóni Nolsøe Joensen, sum eru landsstýrisfólk í heilsu- og barnamálum, og Torbjørn Jacobsen, formaður í kommunufelangum, vitja í útvarpsstovuni.
 

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Kjak er í útvarpsstovuni um førda fíggjarpolitikkin og javnstøðu, og so verður hugt at møguleikanum fyri kommunusamanlegging í Suðuroy
19-03-2024
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024
Gongd í haga
27-02-2024
Hvussu eru vit fyrireikað til kríggj og kreppustøður?
23-02-2024
Vesturheimurin sær Navalny sum ímyndina av fólkaræði, men hann var eisini ein umstríddur persónur - og í tvey ár hevur einki virksemi verið á Familjudeplinum
22-02-2024