Breddin

Breddin: Fólkaflyting og effektivir stovnar
09-08-2023
Talið av føroyingum er í minking og hvat siga starvsfólkini á almannaøkinum til politisku ætlanirnar at byggja størri eindir

Hóast eitt søguliga lágt burðatal er fyri fyrstu ferð í 10 ár eingin fólkavøkstur millum føroyingar.

Tað eru nevniliga útlendingar, sum eiga fólkavøksturin, tí tað eru nú fleiri føroyingar sum flyta úr Føroyum enn til Føroya. 

Hvat merkir hetta - og - hvørjar avleiðingar kann tað fáa. 

Tann spurningin seta vit einum av rithøvundunum til bókina Exit Føroyar. 

Effektivir bústovnar
Neyðugt er við effektivari og størri bústovnum.

Tað staðfesti Aksel V. Johannessen, løgmaður, í ólavsøkurøðuni.

Men hvat sigur brúkarin, og hvat siga starvsfólkini á økinum til hetta?

Og sparir effektiviseringin og størru bústovnarnar í roynd og veru landinum pengar? 

Við í sendingini vóru: Tóra við Keldu, Sigrun Wardum, Jana Hjalgrímsdóttir Poulsen, Eivi Finsson og Heri á Rógvi.
Gjørt sendingina hava Birgit Carina Eliasen og Rebekka Manuela Behrens.
Redaktørur var Hallur av Rana og tøkningur var Kári Annand Berg.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Verkfallið hjá arbeiðarafeløgunum hevur nú vart í góðar tvær vikur, og á midnátt fer Havnar arbeiðskvinnufelag eisini í verkfall
28-05-2024
Nýggja ferðavinnulógin verður sett í gildi í fleiri stigum. Ferðagjaldið kemur í gildi 1.januar í 2026.
24-05-2024
Nýggj kanning vísir, at fólk, ið flyta til Føroyar, hava ilt við at blíva partur av samfelagnum
23-05-2024
Fríggjadagin varð atkvøðugreiðslan av elveitingarlógini ikki avgreidd, tí andstøðutingfólkini rýmdu út, tá atkvøðast skuldi
21-05-2024
Løgtingið heitir á landsstýrismannin í lógarmálum um at broyta lógina, so kommunur kunnu seta vakmyndatól upp í almenna rúminum
17-05-2024
Kjak við Sonju Jógvansdóttir, Samtak og Niels Winther, Vinnuhúsið. Eisini tosa vit við Sigri Gaini sum hevur skrivað Ph.D. um haturstalu.
14-05-2024
Í Breddanum í dag verður spurt, um kvinnur fáa nøktandi hjálp og kunning, tá tær venda sær til lækna í sambandi við skiftisárini.
07-05-2024
Almenn partafeløg eiga ikki at vera lønarførandi, heldur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður
03-05-2024
Í sendingini verður tosað við fráfarandi kommunalpolitikara og formannin í Demokratia.
02-05-2024
Verjumálaráðharrarnir í øllum Norðurlondum hittast í Føroyum í dag á ráðharrafundi í norðurlendska verjusamstarvinum NORDEFCO
30-04-2024
Eigur Búskaparráðið at taka meira hædd fyri inntøkum frá tilfeingsvinnuni í búskaparfrágreiðingum? Og hvørjar orkukeldur eiga Føroyar at satsa uppá?
23-04-2024