Breddin

Breddin: Føroyar og KT-trygd
20-09-2023
Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hevur fingið tilmæli um nettrygdarætlan, men fer henda ætlan at gera nakran mun, verður spurt í sendingini í dag.

Føroyar skulu verjast fyri KT-álopum.

Tað er eitt av endamálunum í nýggju nettrygdarætlanini, sum var latin landsstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálum fyri góðum tveimum vikum síðani.

Men kvat er KT- trygd? Eru Føroyar nóg væl vardar fyri álopum á netinum? Og fer nýggja nettrygdarætlanin at gera nakran mun?

Tóri Højgaard, stjóri í Dátueftirlitinum, og KT-trygdarserfrøðingarnir, Torben Voss Nielsen og Kristian Eli Zachariasen, skifta orð um málið í Breddanum í dag.

 

Gestir: Tóri Højgaard, Torben Voss Nielsen og Kristian Eli Zachariasen.

Gjørt sendingina: Ruth Winther Poulsen, Durita Fagradal Augustinussen og Hallur av Rana, sum var redaktørur. 

Tøkningur: Leivur Thomsen

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Verkfallið hjá arbeiðarafeløgunum hevur nú vart í góðar tvær vikur, og á midnátt fer Havnar arbeiðskvinnufelag eisini í verkfall
28-05-2024
Nýggja ferðavinnulógin verður sett í gildi í fleiri stigum. Ferðagjaldið kemur í gildi 1.januar í 2026.
24-05-2024
Nýggj kanning vísir, at fólk, ið flyta til Føroyar, hava ilt við at blíva partur av samfelagnum
23-05-2024
Fríggjadagin varð atkvøðugreiðslan av elveitingarlógini ikki avgreidd, tí andstøðutingfólkini rýmdu út, tá atkvøðast skuldi
21-05-2024
Løgtingið heitir á landsstýrismannin í lógarmálum um at broyta lógina, so kommunur kunnu seta vakmyndatól upp í almenna rúminum
17-05-2024
Kjak við Sonju Jógvansdóttir, Samtak og Niels Winther, Vinnuhúsið. Eisini tosa vit við Sigri Gaini sum hevur skrivað Ph.D. um haturstalu.
14-05-2024
Í Breddanum í dag verður spurt, um kvinnur fáa nøktandi hjálp og kunning, tá tær venda sær til lækna í sambandi við skiftisárini.
07-05-2024
Almenn partafeløg eiga ikki at vera lønarførandi, heldur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður
03-05-2024
Í sendingini verður tosað við fráfarandi kommunalpolitikara og formannin í Demokratia.
02-05-2024
Verjumálaráðharrarnir í øllum Norðurlondum hittast í Føroyum í dag á ráðharrafundi í norðurlendska verjusamstarvinum NORDEFCO
30-04-2024
Eigur Búskaparráðið at taka meira hædd fyri inntøkum frá tilfeingsvinnuni í búskaparfrágreiðingum? Og hvørjar orkukeldur eiga Føroyar at satsa uppá?
23-04-2024