Fólk við skerdum førleikum skulu hava fleiri møguleikar á arbeiðsmarknaðinum.
Hvussu gera vit føroyska arbeiðsmarknaðin meiri fevndandi? Hvørjir ágóðar eru av, at fleiri fólk við skerdum førleikum sleppa á arbeiðsmarknaðin? Og hvørjar avbjóðingar eru at fáa tey út á arbeiðsmarknaðin?
Bjørg Dam, forkvinna í ADHD-felagnum og arbeiðsgevari, Erling Fles, sálarfrøðingur, og Jórun Gardar, ráðgevi í Vinnuhúsinum, skifta orð um málið í útvarpsstovuni.
Tunfiskiskapur í føroyskum sjógvi
Í fleiri ár hava tíggjutals skip úr Fjareystri fiskað tunfisk beint sunnan fyri føroyska sjómarkið. Men hví troyta føroyingar ikki henda stovnin?
Vit tosa við stjóran í Fishfacts og skipara, sum hevur royndir við tunfiskiskapi.
Gestir: Bjørg Dam, Erling Fles, Jórun Gardar, Óli Samró, Hjaltur Poulsen.
Gjørt sendingina: Ruth Winther Poulsen, Durita Fagradal Augustinussen og Hallur av Rana, sum eisini var redaktørur.
Tøkningur: Rúni Eysturlíð