Breddin

Breddin: Fíggjarpolitiskt regluverk og gongd í haga
26-01-2024
Høgni Hoydal hevur í dag lagt fram uppskot um gongd í haga til hoyringar. Vit hyggja eisini uppá fíggjarpolitiskt regluverk - hvat er tað og skulu vit hava tað?

Eitt hugtak, sum hevur verið nógv frammi í seinastuni er fíggjarpolitiskt regluverk.

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum vil gjarna hava fíggjarpolitiskt regluverk - øll londini rundan um okkum hava tað - men hvat er tað? Og hevur Ruth Vang landsstýriskvinna í fíggjarmálum undirtøku fyri tí?

 

Tað hyggja vit uppá í Breddanum í dag.

 

Vit tosa við Kára Petersen búskaparfrøðing um hvat Fíggjarpolitiskt regluverk er. Eisini hava vit eitt politiskt kjak við limum í fíggjarnevndini: Eyðgun Samuelsen, Javnaðarflokkurin, forkvinna, Erhard Joensen, varalimur, Sambandsflokkurin, Beinir Johannesen, Fólkaflokkurin og Eirikur í Jálupsstovu, Tjóðveldi.
 

 

Gongd í Haga

Hoyr eisini sanrøðu við Høgna Hoydal, landsstýrismann í Vinnumálum greiða frá uppskotinum um gongd í haga, sum er lagt til hoyringar.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Kjak við Sonju Jógvansdóttir, Samtak og Niels Winther, Vinnuhúsið. Eisini tosa vit við Sigri Gaini sum hevur skrivað Ph.D. um haturstalu.
14-05-2024
Í Breddanum í dag verður spurt, um kvinnur fáa nøktandi hjálp og kunning, tá tær venda sær til lækna í sambandi við skiftisárini.
07-05-2024
Almenn partafeløg eiga ikki at vera lønarførandi, heldur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður
03-05-2024
Í sendingini verður tosað við fráfarandi kommunalpolitikara og formannin í Demokratia.
02-05-2024
Verjumálaráðharrarnir í øllum Norðurlondum hittast í Føroyum í dag á ráðharrafundi í norðurlendska verjusamstarvinum NORDEFCO
30-04-2024
Eigur Búskaparráðið at taka meira hædd fyri inntøkum frá tilfeingsvinnuni í búskaparfrágreiðingum? Og hvørjar orkukeldur eiga Føroyar at satsa uppá?
23-04-2024
Seinastu fimm árini hava vit sent 56 børn við sálarligum avbjóðingum av landinum.
19-04-2024
Evnið í sendingini er Ríkisfelagsskapurin, har formenninir í Tjóðveldi, Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum eru í útvarpsstovuna og kjakast
18-04-2024
Ein søgulig semja tvørtur um miðjuna. Tað bleiv sagt um semjuna um tøkugjøld. Men hvat merkir nýggja semjan fyri inntøkurnar hjá landinum? Og hví er hendan loysnin betur?
16-04-2024
Evnið í Breddanum er ætlanin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at lóggeva alt av fiskinum til lands. Kjak verður millum umboð fyri andstøðu og samgongu í Vinnunevndini
12-04-2024
Tvey evni vóru í sendingini.
11-04-2024