- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Skulu vit vera meiri virkin í Arktis? Og vita vit yvirhøvur hvat vit vilja hava burturúr?
Broytingarnar í Arktis merkja øktar møguleikar fyri nýggjum vinnum, siglingarleiðum, tilbúgvingarsamstarvi og fiskileiðum.
Men hvat gera vit fyri at troyta hesar møguleikar?
Nógv bendir á, at vit gera for lítið. Vit hava einki organ, sum samskipar ta vitan, sum vit hava í sambandi við at vit luttaka í arbeiðsbólkum og ymiskum fora í Arktis-høpi, staðfestir Hallbera West, granskari í nýggjari grein, sum er almannakungjørd í tíðarritinum "Regional and Federal studies".
Fleiri inngongdir eru til Arktiska Ráðið uttanum landsstýrið - eitt nú hevur Útnorðurráðið eygleiðarastatus í Arktiska Ráðnum
Eisini kunnu løgtingsfólk seta landsstýrinum fyrispurningar um Arktis, men lítil og eingin aktivitetur er á hesum økinum. At siggja til eru okkara fólkatingslimir tey, sum eru mest aktiv tá tað kemur til mál, sum relatera til Artkis, og tað er tí Fólkatingið leggur eina skipaða ætlan tá tað kemur til at savna vitan um alt sum hevur við Arktis at gera, er niðurstøðan hjá Hallberu West.
Hvat skulu vit so gera? Skulu vit gera meiri og hvussu skal tað skipast? Tað tosa vit við okkara fólkatingslimir, við limir í uttanlandsnevndini og tingforkvinnuna um í Breddanum í dag