Breddin

Breddin
09-10-2019
Turkaland bumbar kurdisk øki í Sýria. Føroyskir sjúklingar fáa ikki journalina við sær á Ríkissjúkrahúsið. Og verða fiskirættindini privatiserað?

Luttakarar í sendingini eru: Allan Sørensen, korrespondentur hjá Weekendavisen í Miðeystri. Emilie Middelhede, sum samskipar viðgerðargongdirnar fyri føroyskar sjúklingar í Region Hovedstaden. Annika Weihe, ráðgevi hjá føroyskum sjúklingum á Ríkissjúkrahúsinum. Hergerð Heldarskarð, leiðari á Uttanlandstænastuni í føroyska heilsuverkinum. Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum. Hans Ellefsen, sum undirvísir í tilfeingisbúskapi á Fróðskaparsetrinum. Johnny í Grótinum, sum undirvísir í búskapi á Fróðskaparsetrinum.

Lagt til rættis: Jón Brian Hvidtfeldt, Marjun Dalsgaard, John Johannesen, Tróndur Olsen.

Redaktørur: Jón Brian Hvidtfeldt.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024
Gongd í haga
27-02-2024
Hvussu eru vit fyrireikað til kríggj og kreppustøður?
23-02-2024
Vesturheimurin sær Navalny sum ímyndina av fólkaræði, men hann var eisini ein umstríddur persónur - og í tvey ár hevur einki virksemi verið á Familjudeplinum
22-02-2024
Fólkaskúlin skal broytast - aðalorðaskifti verður í tinginum í dag
20-02-2024
Amerikanska forsetavalið
16-02-2024
Ein aljtóða grein um eina nýggja ístíð hevur vakt ans í her heima og í fleiri altjóða miðlum
15-02-2024
Valevnini til forfólkasessin í Føroya Pedagogfelag kjakast í útvarpsstovuni og Allan Sørensen hevur tað nýggjasta úr Ísrael
13-02-2024