Brunsj

Alfred Olsen er gestur í Brunsj
22-11-2020
Sent varð beinleiðis úr søguliga húsinum Á Gráasteini í Saltnesi, sum Alfred og kona hansara Marjon hava endurnýggja.

Alfred er 73 ár, uppvaksin á Toftum og búsitandi á Saltnesi saman við konu síni, Marjon Olsen.

Hann hevur útbúgving innan rokniskap á handilsskúla, bankaútbúgving frá Sjóvinnubankanum, diplomútbúgving innan almenna fyrisiting og er útlærdur heimaskipari.

Í 35 ár starvaðist Alfred sum Kommunuskrivari hjá Nes Kommunu, og hann var løgtingslimur fyri Sambandsflokkin í tjúgu ár. Frá 1962 til 1968 var Alfred sjóðmaður.

Umframt at velja góðan og fjølbroyttan tónleik, greiðir Alfred frá ymiskum upplivingum á síni lívlseið og frá søguni um Óla Kristian Joensen, eisini nevndur Olger, ið varð fyrsti niðursetumaður á Saltnesi.

Eyðfinn Jensen legði til rættis.

Brunsj

Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til hugnaligt og undirhaldandi útvarp við gesti, samrøðum og tónleiki hvønn leygarmorgun millum kl. 10:05 og 12:00.. Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Sent varð beinleiðis frá matstovuni á Hotel Bakkanum í Vági
01-05-2022
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Guðmundi og Gunn, ið búgva Millum Gilja í Hoyvík
23-04-2022
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Hildu og Johannes í Helnabrekku í Klaksvík.
17-04-2022
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Magna og Súsonnu í Jákup Nolsøes gøtu í Havn
09-04-2022
Sent varð beinleiðis úr hugnaligu og ljósu stovuni heima hjá Jansy og Búgva í Niels Finsensgøtu í Havn.
02-04-2022
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá John William og Joan Steinberg Joensen í Klaksvík.
27-03-2022
Sent varð beinleiðis av Tvøroyri, har Agnes hevur búð seinasta hálva árið, síðan hon fór í farloyvi frá Fiskaaling.
20-03-2022
Sent varð beinleiðis úr Birnugøtu í Havn, har Martin býr saman við konu sinu Olgu og børnum teirra Ester og Silas.
12-03-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Thordis í “Tøðuhúsinum” á Stakka í Sørvági.
05-03-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Kristinu og Jóan Petur Berg í Fuglafirði.
26-02-2022
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Óla og Susanne á Skála.
19-02-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Mourits og Emi á Grønlandsvegnum í Havn.
12-02-2022