Brunsj

Jón Kragesteen er gestur í Brunsj
10-10-2021
Sent varð beinleiðis úr Tórsbyrgi í Havn, har Jón og konan, Augusta Mikkelsen, búgva.

Jón Kragesteen er 61 ár, føddur, uppvaksin og búsitandi í Havn. Hann er útbúgvin lærari, hevur diplom í leiðslu, og er samfelagsfrøðingur í leiðslu og burðardyggari fyrisiting. 

Dagliga starvast Jón sum varaskúlastjóri í skúlanum á Løgmannabreyt, og við síðuna av er hann virkandi formaður í Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag, FNU.

Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Jón millum mangt annað frá sínum uppvøkstri og ymiskum áhugamálum, sum hann hevur fingist við á síni virknu lívsleið.

Eyðfinn Jensen er vertur.

Brunsj

Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til hugnaligt og undirhaldandi útvarp við gesti, samrøðum og tónleiki hvønn leygarmorgun millum kl. 10:05 og 12:00.. Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Sent varð beinleiðis frá matstovuni á Hotel Bakkanum í Vági
01-05-2022
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Guðmundi og Gunn, ið búgva Millum Gilja í Hoyvík
23-04-2022
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Hildu og Johannes í Helnabrekku í Klaksvík.
17-04-2022
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Magna og Súsonnu í Jákup Nolsøes gøtu í Havn
09-04-2022
Sent varð beinleiðis úr hugnaligu og ljósu stovuni heima hjá Jansy og Búgva í Niels Finsensgøtu í Havn.
02-04-2022
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá John William og Joan Steinberg Joensen í Klaksvík.
27-03-2022
Sent varð beinleiðis av Tvøroyri, har Agnes hevur búð seinasta hálva árið, síðan hon fór í farloyvi frá Fiskaaling.
20-03-2022
Sent varð beinleiðis úr Birnugøtu í Havn, har Martin býr saman við konu sinu Olgu og børnum teirra Ester og Silas.
12-03-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Thordis í “Tøðuhúsinum” á Stakka í Sørvági.
05-03-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Kristinu og Jóan Petur Berg í Fuglafirði.
26-02-2022
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Óla og Susanne á Skála.
19-02-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Mourits og Emi á Grønlandsvegnum í Havn.
12-02-2022