Brunsj

Brunsj við Brynhild Thomsen
16-10-2021
Sent varð beinleiðis úr borðstovuni heima hjá Brynhild í C. Pløyensgøtu í Havn

Brynhild Thomsen er 51 ár, fødd, uppvaksin og búsitandi í Havn. Hon er útlærd á Danmarks Medie og Journalisthøjskole og hevur verið journalistur á Dimmalætting, í Kringvarpi Føroya og arbeitt sum fríðyrkisfólk í nøkur ár. Í dag starvast hon sum kunningarfólk á Fróðskaparsetrið Føroya. 

Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Brynhild millum annað frá síni familju og sínum uppvøkstrið á Pedda við Steinsgøtu í Havn. Eisini verður prátað um ungdómstíðina, um lívið við Diabetis Typa 1, um yrkisleiðina sum journalistur og um áhugan fyri samfelagsviðurskiftum, sum enn er líka stórur, hóast Brynhild ikki fæst við journalistik longur. 

Eyðfinn Jensen er vertur. 

Brunsj

Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til hugnaligt og undirhaldandi útvarp við gesti, samrøðum og tónleiki hvønn leygarmorgun millum kl. 10:05 og 12:00.. Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Sent varð beinleiðis frá matstovuni á Hotel Bakkanum í Vági
01-05-2022
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Guðmundi og Gunn, ið búgva Millum Gilja í Hoyvík
23-04-2022
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Hildu og Johannes í Helnabrekku í Klaksvík.
17-04-2022
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Magna og Súsonnu í Jákup Nolsøes gøtu í Havn
09-04-2022
Sent varð beinleiðis úr hugnaligu og ljósu stovuni heima hjá Jansy og Búgva í Niels Finsensgøtu í Havn.
02-04-2022
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá John William og Joan Steinberg Joensen í Klaksvík.
27-03-2022
Sent varð beinleiðis av Tvøroyri, har Agnes hevur búð seinasta hálva árið, síðan hon fór í farloyvi frá Fiskaaling.
20-03-2022
Sent varð beinleiðis úr Birnugøtu í Havn, har Martin býr saman við konu sinu Olgu og børnum teirra Ester og Silas.
12-03-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Thordis í “Tøðuhúsinum” á Stakka í Sørvági.
05-03-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Kristinu og Jóan Petur Berg í Fuglafirði.
26-02-2022
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Óla og Susanne á Skála.
19-02-2022
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Mourits og Emi á Grønlandsvegnum í Havn.
12-02-2022