- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brunsj
Linda Unudóttir Olsen er 55 ár, fødd, uppvaksin og búsitandi í Tórshavn. Hon er útbúgvin blómuprýðari og starvast í Blómuhúsinum á Hálsi í Havn.
Linda er eisini edrúur alkoholikari, og tað hevur hon verið í meir enn 23 ár.
Tá Linda var tvey ár, lat mamman hana frá sær til Barnaheimið í Havn, har hon vaks upp og búði, til hon sum fjúrtan ára gomul varð send á ein kristiligan ungdómsskúla í Danmark.
Linda byrjaði tíðliga at ballast og at ganga í býnum. Rúsevnini vundu uppá seg, og hetta førdi hana út í eina misnýtslu, sum hon ikki megnaði at stýra. Tað var tó ikki fyrr enn Barnaverndin bankaði uppá, at Linda sum 32 ára gomul fór í viðgerð á Heilbrigdinum á Velbastað.
Í dag hevur hon eitt virkið arbeiðslív og eitt ríkt familjulív við trimum børnum og tveimum ommubørnum.
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Lindu og synum hennara í íbúðini Undir Glasheyggi í Havn.
Eyðfinn Jensen er vertur.