- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brunsj
Mariann Mikkelsen er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og starvast á Oyra, nøs og háls deildini á Landsjúkrahúsinum. Hon hevur áður starvast sum sjúkrarøktari í Grønlandi, í Danmark og á boriplatformi í off-shore vinnuni.
Mariann hevur ferðast víða og uppliva nógv í sínum 51 ára langa lívi. Hon hevur verið skiftisnæmingur í USA, gingið á málskúla og ferðast runt í Guatamala, siglt við seglbáti frá Puerto Rico til Thyberøn í Danmark, siglt við sluppunga av Sandi til Svalbard, og við seglbáti runt á Miðjarahavinum.
Mariann er útbúgvin heimaskipari og hevur dykkaraprógv. Hon hevur eisini ferðast og dykkað nógva staðni í heiminum.
Mariann bleiv góðkend til ætlleiðing sum støk, tá hon var 39 ára gomul. Í tíggju ár stóð hon á bíðilista, men fyri tveimum árum síðan eydnaðist tað henni at blíva mamma til nú fýra ára gomlu dóttrina Akanshu Sofíu, sum er fødd í India.
Eyðfinn Jensen er vertur.