Trupulleikar við sendinetinum?

 

Frágreiðing um sendinet Kringvarpsins

Sendinetið fevnir um millumbylgjusendaran, FM-sendinetið, luftborna sjónvarpssendinetið og stroyming av sendingum.

Feilmeldingar um sendinetið skulu fráboðast her á síðuni. Boðini verða síðan send víðari til tann stovnin, ið hevur ábyrgdina av uppgávuni.

Landið hevur skyldu til at tryggja, at allir borgarar hava møguleika at móttaka sendingar hjá Kringvarpi Føroya.

Teir stovnar, ið hava ein leiklut í sendinetinum, eru:

  • Mentamálaráðið rekur luftborna sendinetið. Mentamálaráðið hevur avtalu við NET um, at tey reka millumbylgju- og FM-sendinetið og við Televarpið um nýtslu av sjónvarpssendinetinum.
  • Landsverk rekur FM-sendinetið í Hovstunlinum, Leynatunlinum, Norðskálatunlinum, Kollafjarðartunlinum og í Leirvíkartunlinum. Loysnin í Kollafjarðartunlinum og í Leirvíkartunlinum er ein royndarskipan.
  • Tunnilsfelagið rekur FM-sendinetið í undirsjóvartunlum.
  • Kringvarpið rekur stroymingina av sendingum frá teirra heimasíðu.

Eru trupulleikar við at hoyra útvarpið ella síggja sjónvarpið, kann boðast frá við at fylla hesa síðuna út ella við at ringja til Kringvarpið á telefonnummar +298 347500.