- Tíðindi, mentan og ítróttur
Credo
Credo: " Eg eri meiri enn ágangurin..."
31-10-2021
"Tað er umráðandi at bróta tøgnina".
Annika er yngst av fýra systkjum og vaks upp í vanligum, tryggum heimi. Men frá tí hon var um níggju ára aldur til hon var trettan ár, gjørdi abbin seg kynsliga inn á hana. Tá hon sum sekstan ára gomul er á donskum filmskúla og tey arbeiða við dogmefilminum Festen, verður hon var við sína egnu døpru søgu.
Hon breyt tøgnina og abbin fekk dóm.
Men nógv varð skeiklað í hennara lívi og tilgongdin hevur verið svár og long. Men í dag er hon gift og mamma og sigur seg nú hava eitt gott lív.
Credo
Ljós verður varpað á lív og menniskju, teg og meg, etikk, filosofi og moral, kirkjur og samkomur, átrúnað her og úti, og prát við menniskju.
Vertur: Armgarð Arge
Jákup Reinert Hansen, lektari í kirkjusøgu, er gestur í hesi serstaku jólaútgávuni av Credo, ið er snýr seg um sálmaskaldið B. S. Ingemann
26-12-2023
Tá børn skeiklast, tí foreldrini ikki megna at geva barninum tryggan barndóm.
03-12-2023
Menn eru meira einsamallir enn kvinnur og tosa eisini minni um trupulleikar, og tað gongur út yvir teirra heilsu og trivnað
26-11-2023
Diakoni er essensurin av livaða kristindóminum millum menniskju.
15-10-2023