- Tíðindi, mentan og ítróttur
Credo
Credo: Hans Nielsen Hauge 1:2
13-03-2022
Ein ferðandi prædikumaður.
Hans Nielsen Hauge varð borin í heim í 1771 í Tune í Noregi. Hann arbeiddi á garðinum hjá pápanum. Ein dagin hann var úti á markini fekk hann eina guddómliga opinbering, sum broytti alt hansara lív.
Hann fór runt landið og boðaði gleðisboðskapin. Men ikki var loyvt at vera ferðandi prædikumaður, so hann var samanlagt tíggju ár í fongsli. Hann skrivaði 33 bøkur, sum komu út í 400.000 eintøkum.
Eisini var hann hegnigur íverkseti. Hann hevur havt sera stóra ávírkan á kirkjuna og verður sagdur at vera "tann norski Luther".
Credo
Ljós verður varpað á lív og menniskju, teg og meg, etikk, filosofi og moral, kirkjur og samkomur, átrúnað her og úti, og prát við menniskju.
Vertur: Armgarð Arge
"Vit eru kedd um tað, sum vit hava mist, men glað um tað, sum vit hava".
17-09-2023
"Alt tað, tú ikki vilt, at onnur skulu vita um tína leiðslu"
14-05-2023