- Tíðindi, mentan og ítróttur
Credo
Credo: Fanny Crosby 1:2
21-05-2023
"Eg veit, at loysnari mín livir"
Símun Absalonsen sigur frá Fanny Crosby, sum var borin í heim 24. mars 1820 og doyði 12. februar 1915.
Hon var blind, men megnaði hóast tað at yrkja eina rúgvu av sálmum og sangum, sum enn í dag verða sugnir um allan heimin. Hon yrkti eisini og virkaði sum trúboðari.
Eisini var hon sera áhugað í søgu og kendi fleiri presidentar. Hon var fyrsta kvinna, sum hevur flutt fram røðu í Kongressini.
Hon varð gift og fekk eina dóttur, sum doyði sum pinkubarn.
Credo
Ljós verður varpað á lív og menniskju, teg og meg, etikk, filosofi og moral, kirkjur og samkomur, átrúnað her og úti, og prát við menniskju.
Vertur: Armgarð Arge
Hava vit øll eins virði, bara tí vit eru menniskju ?
29-09-2024
Susan hevði tryggan og góðan barndóm. Tá hon varð vaksin fór hon at leita eftir pápanum og hon fann hann í USA.
08-09-2024