Søgan um bankan - tíðarlinja

Søgan um bankan - tíðarlinja

1832

24. august í 1832 verður Færø Amts Sparekasse stovnaður.

Amtmaðurin F. F. Tillisch hevur tikið stig til sparikassan, sum hevur til endamáls at hjálpa vanliga føroyinginum at festa búgv. Í 74 ár var Sparikassin einasti peningastovnur í Føroyum.

1991

Føroya Sparikassi, sum fram til 1991 hevur verið ein sjálvsognarstovnur, verður umskipaður til ein ábyrgdarsparikassa.

1994

Føroya Sparikassi verður umfevndur av banka- og sparikassalógini. Sparikassin kann nú veita lán til vinnumál, og harvið átaka sær bæði størri váða og fáa størri vinning.

1999

12. februar í 1999 verður Marner Jacobsen forstjóri í Sparikassanum. Hann hevur verið stjóri í Sparikassanum síðan 9. oktober 1998.

1. mai í 1999 verður Bjarni Olsen settur sum stjóri.

2000

Íslendsku bankarnir vóru á veg at leggja heimin undir seg, og fyrsta stigið hjá Kaupthing var at koma til Føroyar.

8. mai í 2000 verður Kaupthing Føroya Virðisbrævameklarafelag stovnað. Føroya Sparikassi eigur 49 prosent, Kaupthing 51 prosent.

Føroya Sparikassi ger sína fyrstu íløgu uttanlands, tá Sparikassin keypir 4,13 prosent av partabrøvunum í Kaupthing fyri 40 milliónir krónur.

2001

8. juni í 2001 verður Kaupthing Bank í Danmark stovnaður. Sparikassin eigur 25 prosent av danska bankanum.

2002

5. apríl í 2002 verður Sparikassin umskipaður til eitt partafelag. Partaeigararnir hava tó ikki beinleiðis ávirkan á nevndina í bankanum, tí bankin brúkar eina Umboðsráðskipan.

Sparikassagrunnurin verður stovnaður. Eginkapitalurin hjá Føroya Sparikassa á 809 milliónir krónur verður fluttur til grunnin, sum upprunaliga eigur øll partabrøvini í Sparikassanum.

2004

Frithleif Olsen verður nevndarformaður.

Í samband við at Kaupthing keypir øll partabrøvini hjá FIH Erhvervsbank í Danmark, verður avtalað, at Sparikassin yvirtekur Kaupthing í Danmark við árslok 2004 og fær bankin navnið Eik Bank Danmark í januar 2005.

Ein liður í avtaluni er, at Kaupthing Føroyar Virðisbrævameklarafelagið verður selt.

Sparikassin byrjar at keypa partabrøv í størsta sparikassanum í Íslandi, Spron.

Sparikassagrunnurin er við til at stovna íløgufelagið Notio.

2006

18. desember í 2006 verður samtykt á aðalfundi, at Føroya Sparikassi broytir navn til Eik Banka.

2007

11. juli í 2007 fer Eik Banki á virðisbrævamarknaðin. Umleið 9.000 føroyingar verða partaeigarar í Eik.

Eik 11-faldar sítt yvirskot í Danmark uppá trý ár og ársúrslitið er 81,9 mió kr. Ársúrslitið í 2004 var 7,2 mió, og Eik er á einum 15. plássi yvir størstu bankarnar í Danmark.

Eik Grunnurin hevur yvir 600 milliónir krónur í yvirskoti í 2007. Eginognin hjá grunninum er 1,9 milliardir krónur. Hetta er tvífalt so nógv sum í 2005, tá grunnurin hevði 950 milliónir krónur í eginogn.

2008

24. oktober í 2008 selur Eik Banki síni Spron-partabrøv til Eik grunnin fyri 40 milliónir krónur. Spron-partabrøv vóru annars tikin av íslendska partabrævamarknaðinum 7. oktober.

Eik Banki hevur eitt hall uppá 400 milliónir krónur. í 2008. Árið fyri hevði bankin eitt yvirskot uppá meira enn 400 milliónir krónur.

2009

Eik-grunnurin fær eina ávaring frá Skrásetingini fyri at keypa virðisleys partabrøv frá Eik Banka (Spron-partabrøvini).

2010

17. mars í 2010 verður Eik-grunnurin trygd fyri, at Eik Banki verður partur av einari danskari statstrygd uppá góðar níggju milliardir krónur.

28. september almannakunnger Finanstilsynet eina frágreiðing um Eik Banka og krevur, at bankin fær fluttar 2,6 milliardir krónur áðrenn 30. september klokkan 18:00.

30. september verður alt virksemið hjá Eik Banka avhendað til Finansiel Stabilitet, sum er statsogn og varð stovnað í 2008 fyri at tryggja fíggjarligt støðufesti í Danmark og hjálpa bankum í neyð.

2012

13. september í 2012 stevnir Finansiel Stabilitet leiðsluni, nevndarformanninum og føroyska grannskoðaranum í gamla Eik Banka eftir 150 milliónum krónum í endurgjaldi.

Stevningin kemur í kjalarvørrinum av kanningini, sum danski advokaturin, Carsten Fode, gjørdi av viðurskiftunum í gamla Eik Banka.

Tey stevndu eru Marner Jacobsen, forstjóri, Bjarni Olsen, stjóri, Frithleif Olsen, nevndarformaður til 2010, Odd Bjellvåg, næstformaður og seinni formaður, Hans Laksá, grannskoðari, og grannskoðarafelagið Nota.

2018

15. januar í 2018 byrjar rættarmálið hjá Fíggjarligum støðufesti móti oddamonnunum í Eik Banka í Føroya rætti.

Rættarfundir verða mánadag, týsdag, mikudag og hósdag aðru hvørja viku. Í minsta lagi 140 vitni skulu avhoyrast.

Teir saksøktu fara at krevja frídøming.

2019

18. november 2019: Marner Jacobsen, Odd Bjellvåg og Frithleif Olsen eru dømdir at gjalda 150 milliónir krónur til Fíggjarligt støðufesti. Bjarni Olsen er frídømdur.

Teir tríggir, sum eru dømdir, hava fýra vikur at kæra dómin í.