Visjón
Kringvarp Føroya skal vera fremsti mentanarberi føroyinga.
Misjón
Kringvarpið skal ríka lív og samleika føroyinga við sendingum og tænastum, sum upplýsa, menna og undirhalda.
Kjarnuvirðir
Trúvirði
– Starvsfólk Kringvarpsins skulu vísa ábyrgd og trúfesti í síni framleiðslu, so Kringvarpsbrúkarar kunnu hava álit á Kringvarpinum.
Virðing
– Kringvarpið skal vísa virðiliga atferð í øllum sínum virki, arbeiða fyri at varðveita føroyskt mál og mentan og virka savnandi fyri føroysku tjóðina.
Slóðbrótan
– Kringvarpið skal vera slóðbrótandi, bjóða av og ganga á odda
Professionalisma
– Í Kringvarpinum skal professionalisma, engasjemang, kreativitetur, fjølbroytni og toymisandi ráða.