Eins og siður hevur verið seinastu mongu árini, fer útvarpið aftur í ár at lesa páskafjarrit frá sjófólkum, ið eru stødd umborð á skipum fjart frá Føroyum um páskirnar.
Páskafjarritini verða lisin eftir tíðindasendingina í útvarpinum páskakvøld. Soleiðis gert tú: Send fjarritið til fjarrit@kvf.fo.
