- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólksins rødd
Manningin er spildurnýggj, og øll hava tey eina meining um tað, sum fer fram á politiska leikpallinum. Í kvøld fara røddirnar at líta aftur á seinasta valskeiðið og meta um avrikið hjá politikarunum seinastu fýra árini. Hvat og hvør hevur roynst væl, og hvør stóð ikki royndina?
Fólksins rødd
Fólksins rødd er aftur - fyri aðru ferð í 2024-hami. Sendingin gevur innlit í ein part av gerandisdegnum hjá fimm útvaldum føroyinginum - jarðarmóðrini á Tvøroyri, KT-fólkinum í Havn, pensjoneraða journalistinum í Sandavági og ambulansu/sjúkrarøktarfrøðingaparinum ávegis til Fuglafjarðar.
Tey luttakandi eru: Bjørg av Rana Nitschke, Sigmundur Mørkøre, Edvard í Skorðini Joensen, Helen á Lakjuni og Gunnar Hjelm.