Frætt og fregnað

Frætt og fregnað 4: Á ferð í Íslandi (4:4)
23-12-2012
Vit hitta eina unga føroyska kvinnu, sum um stutta tíð fer at festa ein bóndagarð á Norðurlandinum saman við manninum og verður mjólkarbóndi.

Síðst í september og fyrst í oktober 2012 var "Frætt & Fregnað á ferð í Íslandi". Í fýra sendingum verður víst, hvat kom burtur úr ferðini, tá myndamaðurin Jógvan Eli Dam og verturin Tórður Mikkelsen koyrdu við bili runt landið.

Vit hitta eina unga føroyska kvinnu, sum um stutta tíð fer at festa ein bóndagarð á Norðurlandinum saman við manninum og verður mjólkarbóndi.  Á Siglufjørðinum er eitt spennandi sildasavn um tíðina, tá býurin var sildahøvuðsstaðurin í Íslandi. Har eru eisini partur av føroysku søguni varðveittur.

Hesi eru millum evnini í fjórðu og seinastu "Frætt og fregnað á ferð í Íslandi."

Frætt og fregnað

Sending úr savninum, sum var sent í fýra umførum: 1999, 2010, 2011 og 2012.

Frætt og fregnað er ein sending um fólkalív og mentan í breiðastu merking, har føroyingurin kennir sín gerandisdag aftur. Dentur verður lagdur á at finna sjáldsom og forvitnislig evni, ið hava stóran týdning á staðnum, men sum vanliga ikki koma fram í miðlunum. Evnini eru fagurfrøðilig, søgulig ella siðsøgulig, og pláss er fyri sermerktum og serligum hendingum. Dentur verður lagdur á tað myndaliga, har forvitnið er drívmegin, og nærumhvørvið er styrkin.

Allarfyrsti partur av "Frætt og fregnað" var í sjónvarpinum fyrstu ferð í 1999. Tey fýra evnini í fyrsta partinum eru úr fimm ymsum oyggjum.
27-03-2024
Annar partur av fyrsta umfarinum av "Frætt og fregnað" frá 1999. Tey fýra evnini í "Frætt & Fregnað" hesaferð eru úr Borðoynni, Eysturoynni, Streymoynni og Vágum
27-03-2024
Triði partur av fyrsta umfarinum av "Frætt og fregnað" frá 1999. Hesa ferð verður vitjað í Sørvági og á Skælingi.
27-03-2024
Vit hitta eina unga føroyska kvinnu, sum um stutta tíð fer at festa ein bóndagarð á Norðurlandinum saman við manninum og verður mjólkarbóndi.
23-12-2012
Á hvørjum heysti er tað ein stórhending við Skagafjørðin, tá nógv hundrað ross, sum hava gingið leys í fjøllunum, verða rikin oman í kendastu hestarættina í Íslandi
16-12-2012
Í stásiliga tónleikahúsinum Hørpu í Reykjavík hitta vit tvey ungfólk, sum ganga á tónlistaskúla í íslendska høvuðsstaðnum. Vit hoyra eisini um, hvussu kreppan ávirkaði fólkið
09-12-2012
Í hesum fyrsta partinum eru vit m.a. á fjalli á Suðurlandinum, har 2.000 seyðir, ið hava gingið í fjøllum inni í landinum, verða riknir í rætt.
02-12-2012
Hesa ferð verður Kvívíkin sett á breddan, og hugt verður millum annað eftir, um tann gamli og tann nýggi parturin av bygdini virka saman sum ein góð heild.
20-11-2011
Viðarlundin í Kunoy er eitt av evnunum, tá Kunoyarbygd setur dám á hendan næstseinasta partin av "Frætt og fregnað" í hesum umfarinum.
06-11-2011
Hesa ferð er "Frætt og fregnað" ein túr í Hattarvík, sum er eystasta bygdin í landinum.
23-10-2011
Í hesum níggjunda partinum eru vit í Tjørnuvík, har ein heilt serligur dagur er á skrá.
09-10-2011
Í hesum áttanda partinum verður vitjað í Lamba.
22-05-2011