Tórður Mikkelsen og Jógvan Eli Dam á ferð í Íslandi
Síðst í september og fyrst í oktober var "Frætt & Fregnað á ferð í Íslandi". Í fýra sendingum verður víst, hvat kom burtur úr ferðini, tá myndamaðurin Jógvan Eli Dam og verturin Tórður Mikkelsen koyrdu við bili runt landið.
Teir upplivdu mangt og hvat og hittu bæði íslendingar og føroyingar, sum eru bústiandi í Íslandi. Í hesi hesi fyrstu sendingini eru vit m.a. á fjalli á Suðurlandinum, har 2.000 seyðir, ið hava gingið í fjøllum inni í landinum, verða riknir í rætt.
Í Reykjavík verður vitjað í skóbúð á Laugarvegi, har 83 ára gamla Dagmar Didriksen hevur selt skógvar í nærum eina hálva øld.
Frætt og fregnað er ein sending um fólkalív og mentan í breiðastu merking, har føroyingurin kennir sín gerandisdag aftur. Konseptið byggir á, at eitt pláss í landinum er karmur um sendingina.
Harafturat eru støk evni aðrastaðni kring landið, og eitt innslag er um skapandi ítriv. Dentur verður lagdur á at finna sjáldsom og forvitnislig evni, ið hava stóran týdning á staðnum, men sum vanliga ikki koma fram í miðlunum.
Evnini eru fagurfrøðilig, søgulig ella siðsøgulig, og pláss er fyri sermerktum og serligum hendingum. Dentur verður lagdur á tað myndaliga, har forvitnið er drívmegin, og nærumhvørvið er styrkin.
Lagt til rættis: Tórður Mikkelsen og Jógvan Eli Dam