- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frætt og fregnað
Triðja umfar av Frætt og fregnað var sent í sjónvarpinum í 2011.
Á ferðini kring landið vitjar Frætt og fregnað í hesum partinum í norðastu bygdini í Suðuroynni, Sandvík. Eitt av evnunum er um skaðagrindini í Sandvík í 1915, sum setti djúp spor.
Frætt og fregnað
Sending úr savninum, sum var sent í fýra umførum: 1999, 2010, 2011 og 2012.
Frætt og fregnað er ein sending um fólkalív og mentan í breiðastu merking, har føroyingurin kennir sín gerandisdag aftur. Dentur verður lagdur á at finna sjáldsom og forvitnislig evni, ið hava stóran týdning á staðnum, men sum vanliga ikki koma fram í miðlunum. Evnini eru fagurfrøðilig, søgulig ella siðsøgulig, og pláss er fyri sermerktum og serligum hendingum. Dentur verður lagdur á tað myndaliga, har forvitnið er drívmegin, og nærumhvørvið er styrkin.