Tey fýra evnini í "Frætt & Fregnað" hesaferð eru úr Borðoynni, Eysturoynni, Streymoynni og Vágum. Umframt uppi á landi er myndatólið hesaferð eisini undir vatnskorpuni fyri at vísa hvussu eitt av teimum kendu ferðamálunum í Føroyum sær út undir vatni.
Hetta er onnur av fýra sendingum í hesum umfarinum. Frætt & Fregnað flytur seg kring landið í egnum bili. Fotografur er Jógvan Eli Dam, og teir báðir vertirnir, Zacharias Hammer og Tórður Mikkelsen, gera eisini sjálvir eitt innslag í part.
Upptøkur og lagt til rættis: Jógvan Eli Dam, Zacharias Hammmer og Tórður Mikkelsen.
Frætt og fregnað er ein sending um fólkalív og mentan í breiðastu merking, har føroyingurin kennir sín gerandisdag aftur. Konseptið byggir á, at eitt pláss í landinum er karmur um sendingina.
Harafturat eru støk evni aðrastaðni kring landið, og eitt innslag er um skapandi ítriv. Dentur verður lagdur á at finna sjáldsom og forvitnislig evni, ið hava stóran týdning á staðnum, men sum vanliga ikki koma fram í miðlunum.
Evnini eru fagurfrøðilig, søgulig ella siðsøgulig, og pláss er fyri sermerktum og serligum hendingum. Dentur verður lagdur á tað myndaliga, har forvitnið er drívmegin, og nærumhvørvið er styrkin.
Lagt til rættis: Tórður Mikkelsen og Jógvan Eli Dam