- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Barsilsskipanin bleiv sett í verk fyri næstan 20 árum síðani. Tað var í apríl 2001, men síðani tá eru nógvar broytingar gjørdar í skipanini. Umleið 27 ferðir eru broytingar gjørdar.Harafturat hevur hon líka síðani hon bleiv til elvt til nógv kjak og ósemjur.
Nýggjasta dømi er frá í vikuni, tá løgtingið skuldi viðgera uppskot um at javnseta samkynd foreldur við onnur foreldur í Barsilsskipanini. Málið hevur elvt til nógv kjak seinastu mánaðirnar.
Men tað er ikki bara í hesum máli, at fólk eru ósamd. Ósemja og kjak hevur eisini veirð um, hvussu langt barnsburðarfarloyvið skal vera, hvussu nógvar vikur skulu verða deild millum foreldrini og so framvegis.
Erika Hayfield, lektari í samfelagsvísindum, greiðir nærri frá, hvørjar ósemjurnar eru og hví.