Góðan morgun Føroyar

Framleiðarin eigur avgerðina
14-06-2021
Nakrar sjónvarpsrásir hava biðið um umbering fyri, at tær vístu ov nógv, tá Christian Eriksen fekk lívbjargandi fyrstuhjálp á vøllinum

Eftir dramatisku hendingina við Christian Eriksen í Parkini, hevur orðadráttur tikið seg upp um, hvussu nógv eigur at verða víst í sjónvarpi, tá ógvusligir tilburðir eru.

Summar rásir vóru skjótar at klippa frá fyrstuhjálpini, sum Christian Eriksen fekk.

Aðrar rásir valdu tó at vísa hendingina eina góða løtu.

Rúni Friis Kjær, sum hevur verið við í nógvum sjónvarpsframleiðslum, sigur, at leiðreglur eru galdandi, tá slíkt tekur seg upp.

Tó er tað í síðsta enda framleiðarin, ið má meta um, hvussu nógv skal vísast.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Millum tey mongu brøvini, sum komu undan kavi í London í farnu viku, eru nógv brøv skrivað av privatpersónum, og hesi eru meira forkunnug.
05-03-2024
Veðrið, komið øll við framsýning, kvinnan í kirkjuni, søgulig brøv, ljóðbøkur
05-03-2024
Bókasavnið í Skúlanum við Streymin skipar í hesum døgum fyri øðrvísi lesiátaki
04-03-2024
Hoyr alla sendingina
04-03-2024
Hoyr alla sendingina
01-03-2024
Veðrið, skotár, fólksins rødd, bindiskeið
29-02-2024
- Børn og foreldur skulu ikki vera bestu vinir, og foreldur mugu tora at taka ópopulerar avgerðir, sigur Sára Gullfoss, heilsufrøðingur
29-02-2024
Tað liggur til føroyingar at tosa nógv um familju, slekt og slag, og tí kennir man seg eitt sindur øðrvísi, tá man ikki hevur hetta at tosa um.
28-02-2024
Hoyr alla sendingina
28-02-2024
Hettutroyggja og blusur við politiskum boðskapi hoyra ikki heima á tingsins røðarapalli. - Klæðini skulu vera siðilig og tignarlig, sigur Bjørt Samuelsen, tingforkvinna
27-02-2024
Hoyr alla sendingina
27-02-2024
Vestmenningurin Harald Bjørgvin er í Antarktis saman við 84 øðrum myndafólkum.
27-02-2024