- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Í 2001 setti UEFA altjóða fótbóltskappingina, Women´s Cup ígongd fyri fyrstu ferð, og kvinnurnar hjá KÍ fingu møguleikan at fara til kappingina, tí tær vunnu FM í 2000.
Tær fingu boð frá nevndini um, at tær fingu fígging til uppihaldið, men sjálva ferðingina máttu tær sjálvar finna fígging til.
Kvinnurnar fóru í holt við at skipa fyri tiltøkum sum køkutombola og neytamykjukapping fyri at samla pengar inn.
Malena Josephsen og Rannvá Biskopstø Andreasen vóru við tá, og tær eru við enn.
- Broytingarnar eru nógvar hesi árini, siga tær báðar í samrøðu um Evropa Cup luttøku fyrr og nú.
Vunnu fyrsta dystin
Sunnudagin vóru 20 ár síðan KÍ-kvinnurnar spældu sín fyrsta altjóða dyst í altjóða kapping. Ein dystur, sum tær vunnu.
Á facebookvanganum hjá KÍ-kvinnunum sunnudagin stóð millum annað soleiðis:
'Ein sensatión, sum bara má upplivast. Eisini tá hugsað verður um alt arbeiðið, sum lá aftanfyri, við at samla pengar inn, so vit kundu luttaka.
Vit vunnu fyrsta dystin 2-1 í móti eysturíksu meistarunum, men taptu 4-0 í móti finsku og italsku meistarunum. Venjarin var Jón Harald Poulsen.'