Góðan morgun Føroyar

Tá songartíð er ein avbjóðing
27-10-2021
- Tryggleiki og nærvera eru lyklaorðini, tá foreldur skulu hjálpa barninum at sova, sigur Vígdis Skorheim, námsfrøðingur og námsfrøðiligur sálarfrøðingur.

Gev barninum nærveru, og fá tað at føla seg trygt.

Soleiðis ljóða ráðini frá Vígdis Skorheim, tá barnið hevur trupult við at leggja seg at sova.

- Sum oftast snýr hetta seg um eitt tíðarskeið, og so kemur alt við svøvninum í rætt lag aftur. Men tað krevur tol, sigur Vígdis Skorheim.

Í morgunsendingini greiddi hon frá børnum og songartíð. Hvat skalt tú sum foreldur gera, tá barnið er troytt, men ikki vil leggja seg at sova? Og kunnu foreldur og barn í felag koma ásamt um, hvat klokkan songartíðin skal vera?

Hetta er nakað av tí, sum Vígdis Skorheim fortelur um í morgunsendingini. Hon er námsfrøðingur og hevur lisið námfrøðiliga sálarfrøði.

Eisini svarar hon spurningum frá lurtarum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Chipmerkt djór, veðrið, sjóvinna, øðrvísi syskin, ársins útvarpshit top 10
06-03-2024
Millum tey mongu brøvini, sum komu undan kavi í London í farnu viku, eru nógv brøv skrivað av privatpersónum, og hesi eru meira forkunnug.
05-03-2024
Veðrið, komið øll við framsýning, kvinnan í kirkjuni, søgulig brøv, ljóðbøkur
05-03-2024
Bókasavnið í Skúlanum við Streymin skipar í hesum døgum fyri øðrvísi lesiátaki
04-03-2024
Hoyr alla sendingina
04-03-2024
Hoyr alla sendingina
01-03-2024
Veðrið, skotár, fólksins rødd, bindiskeið
29-02-2024
- Børn og foreldur skulu ikki vera bestu vinir, og foreldur mugu tora at taka ópopulerar avgerðir, sigur Sára Gullfoss, heilsufrøðingur
29-02-2024
Tað liggur til føroyingar at tosa nógv um familju, slekt og slag, og tí kennir man seg eitt sindur øðrvísi, tá man ikki hevur hetta at tosa um.
28-02-2024
Hoyr alla sendingina
28-02-2024
Hettutroyggja og blusur við politiskum boðskapi hoyra ikki heima á tingsins røðarapalli. - Klæðini skulu vera siðilig og tignarlig, sigur Bjørt Samuelsen, tingforkvinna
27-02-2024
Hoyr alla sendingina
27-02-2024