- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
- Tíðin er búgvin til eina slíka útbúgving í Føroyum.
Orðini eigur Mena Joensen, sum hevur tikið stig til at skipa eina útbúgving í rúsmisnýtsluviðgerð í Føroyum.
Nýggj lóg setir krøv til, at rúsevnaøkið í Føroyum krevur fakligheit og førleikamenning, og júst hetta kemur at kvalifisera viðgerðina og harvið bøta um sjúklingatrygdina, sambært Menu Joensen:
- Talan er um eitt kompliserað øki, sum krevur nógvar førleikar. Hóast nógv dugnalig fólk starvast innan økið, manglar fakligi kunnleikin um misnýtslu. Bæði innan privata og almenna geiran, sigur Mena Joensen, sum ikki er í iva um, at júst henda útbúgvingin hevur ávísar fyrimunir fram um aðrar útbúgvingar innan økið:
- Hetta er ein útbúgving, sum fevnir breitt, og hon fer at gera, starvsfólk tvørtur um stovnar og geirar fáa eitt felags forstáilsi, og ein felags grundarstein at arbeiða og samstarva út frá, sigur Mena Joensen, sum í morgunsendignini greiðir frá nýggju útbúgvingini.
Eftir ætlan byrja fyrstu næmingarnir útbúgvingina í februar 2022.