- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Fyri fyrstu ferð nakrantíð hava læknar transplanterað eitt grísahjarta til eitt menniskja.
- Hetta eru stórtíðindi, og áhugavert verður at fylgja við í gongdini, sigur Jan Rasmussen, sum er hjartalækni á Landssjúkrahúsinum og granskari.
Transplantasjónin fór fram fríggjadagin í farnu viku á University of Maryland School of Medicine í Baltimore í USA. Maðurin, sum hevur fingið grísahjarta, er 57 ára gamal og hevði álvarsliga hjartasjúku. Læknarnir mettu ikki, at hann kundi bíða eftir einum hjarta frá einum menniskja, og tí valdu teir at gera eina roynd við at brúka eitt grísahjarta.
Men hvussu ber tað til, at hjartað av júst grísi er vælegnað til menniskju, og fer henda fyrsta transplantasjónin av hesum slagi at broyta nakað hjá fólkum við álvarsligum hjartasjúkum?
Í morgunsendingini fortelur Jan Rasmussen um at brúka grísahjørtu til menniskju.