- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
USA nærkast skuldarloftinum - markinum fyri, hvussu stór skuldin hjá USA kann vera.
Hetta merkir, at pengarnir hjá amerikanska statinum eru uppi 1. juni, um skuldarloftið ikki verður hækkað, og tað ber til at læna fleiri pengar.
Forsetin í USA, Joe Biden, hevur millum annað avlýst ein túr til Avstralia av tí sama, tí hann má brúka tíðina fram til 1. juni uppá samráðingar við republikkanararnar fyri at fáa loyvið til at hækka skuldarloftið.
- Ongantíð fyrr hevur skuldin verið so stór, og hon er støðugt vaksandi, tí rentan eisini er hækkað, sigur Johnny í Grótinum.
Republikkanararnir hava meiriluta, og tí seta teir væntandi fleiri krøv til amerikanska forsetan, um skuldarloftið skal hækkast.
Tíðin er tó við at renna undan, og ein semja má finnast skjótt, um tey skulu náa at læna fleiri pengar áðrenn 1. juni. Tí gerst støðan rættiliga spent.
- Verður skuldarloftið ikki hækkað, fær tað sera stórar avleiðingar fyri USA og síðani eisini fyri allan heimin, sigur Johnny í Grótinum.