- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Seinastu fimm árini eru nógv fleiri børn og ung í Føroyum farin at venja fótbólt. Hjá gentum er talið vaksið 27 prosent, og hjá dreingjum 20 prosent.
Christina Ravnsfjall, grasrótasamskipari hjá Fótbóltssambandinum, arbeiðir við breiddarfótbóltinum.
Hon byrjaði í starvinum í 2018 og beinanveg var ein málsetningur at fáa fleiri fólk at spæla. Fyrsta stig var at fáa feløgini at skráseta allar spælarar.
Tað var skjótt greitt, at størsta potentiali var at fáa fleiri gentur at spæla. Tær vóru bæði færri og byrjaðu seinni enn dreingirnir.
Samskiparin leggur aftrat, at gransking vísir, at børn, sum byrja at spæla yngri enn níggju ára gomul, oftari halda fram við ítróttinum, tá tey eru eldri.
Í dag er ikki nøkur sjálvfylgja, at børn eru kroppsliga virkin. Tað eru ikki øll, sum spæla úti á sama hátt sum fyrr. Tí kann fótbóltsvøllurin vera eitt alternativ.
Venjingin hjá teimum smáu skal vera stuttlig, men fyri at fáa hetta at bera til, er tað ein treyt, at foreldur eisini eru partur av venjingini fyrstu árini, ásannar Christina Ravnsfjall.