Góðan morgun Føroyar

Størsta frambrotið í føroyskum filmi
07-09-2017
Birgir Kruse, filmskønur og bloggari, ummælir nýggja føroyska spælifilmin "Dreymar við havið"

Dreymar við havið er eitt coming-of-age-drama, sum tey siga. Ikki bara ein ungdómsfilmur, men eisini ein leitan eftir samleika í tannáringa skeiðanum, og ein sosialur kommentarur um korini at vaksa upp í einum samfelag sum okkara.

Og hetta er ikki bara sum um. Hetta er føroyskt. Uttan undirtekst, tí málið er okkara. Tí verður hetta eisini ein politiskur boðskapur, eitt statement í sjálvum sær, um føroyska filmsgerð og hvussu langt hon er komin.

Dreymar við havið er eitt so stórt stig framá í føroyskri filmsgerð, at hann tekur allar stjørnur, ið tøkar eru. Fult stigatal.

Hetta er eitt búgvið coming of age drama uttan beiskleika; men poetiskt; eitt ungdómsdrama, sum letur seg upp, sum Ester sigur, og verður borið av einglum, fyri at vera í terminologiini hjá handritahøvundinum, Marjun Syderbø Kjælnes.

Soleiðis sigur Birgir Kruse millum annað um nýggja føroyska spælifilmin "Dreymar við havið".

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Veðrið, húðkrabba, samkirkjudagar, straight ahead
08-05-2024
Veðrið, hondbóltur, stand-up, slaktari
07-05-2024
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024