- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Í gjárkvøldið vísti Krignvarpið fyrsta part av sendingini Gud Signi Føroyar.
Millum annað sóu vit, at tað ikki altíð er eins lætta at samantvinna tað at vera samkyndur persónur og hava eitt andaligt heim.
Men tað ber til at vera samkynd og samstundis vera rættiliga virkin í trúðarlívinum. Í hvussu so er uttanlands.
Tað heldur Sonja Jógvansdóttir, sum síðani 2001 hevur livað sum samkynd.
- Tað var ein prestur í Skotlandi, sum í roynd og veru hjálpti mær at koma úr skápinum og vera opin um mín samkyndleika, sigur Sonja Jógvansdóttir, sum í sambandi við útbúgving búði í Skotlandi síðst í 90unum.
- Har bar væl til at vera aktivur kirkjugangari, tí spurningar blivu als ikki settir við seksuella samleikan hjá teimum, sum komu í kirkjuna, sigur Sonja Jógvansdóttir, sum eftir eina tíð í Skotlandi bleiv deknur í kirkjuni.
- Tað var púra natúrligt og als ikki nakað, sum var relevant at tosa um. Eg var deknur har, og eingin setti spurnartekin við mín seksuella samleika, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Hon vísir á, at støðan er annarleiðis í Føroyum.
- Tað er nakað heilt annað her í Føroyum. Eg eri kirkjufólk, men gangi ikki so nógv í kirkju.
Í morgunsendingini fortaldi Sonja jógvansdóttir, hvussu tað er torførari at sameina samkyndleika og eitt virkið trúðarlív, tá mann býr í Føroyum.