Nýggir suðringar fimm ferðir dýrari

Nýggir suðringar fimm ferðir dýrari
Tað kostar fimm ferðir meir at taka ímóti einum barni á Suðuroyar Sjúkrahúsi enn á Landssjúkrahúsinum
 
02.10.2013 - 11:26

Tað kostar tí almenna fimm ferðir so nógv, at taka ímóti einum barni á Suðuroyar Sjúkrahúsi sum á Landssjúkrahúsinum.

Orsøkin er, at jarðarmøðurnar í Suðuroy taka ímóti lutfalsliga færri nýføðingum, enn starvsfelagirnir í høvuðsstaðnum.

1.418.000 milliónir krónir. Tað vóru lønarútreiðslurnar til tær báðar ljósmøðurnar á Suðuroyar Sjúkrahúsið í fjør.

Tær tóku ímóti 25 børnum, vísa tøl frá Landslæknanum. Tað svarar til, at hvør nýføðingur kostaði 56.700 at bera í heim.

Bíligari á LS

Á Landssjúkrahúsinum vóru lønarútreiðslurnar til tær sekstan ljósmøðurnar í fjør 6,7 milliónir krónir. Tær tóku ímóti 590 børnum. Tað svarar til 11.400 krónir fyri hvørt barn.

Í fjør kostaði tað sostatt næstan fimm ferðir so nógv, at taka ímóti einum nýføðingi á Suðuroyar Sjúkrahúsið sum á Landssjúkrahúsinum.

Í fyrrárið kostaðu nýføðingarnir í Suðuroy umleið tríggjar ferðir so nógv, tí tá vóru færri børn fødd á Landssjúkrahúsinum, men fleiri á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Fleiri eiga á LS

Tølini siga tó ikki allan sannleikan, tí umleið helvtin av barnakonunum í Suðuroy eiga á Landssjúkrahúsinum.

Til dømis vóru 23 av 54 børnum úr Suðuroy fødd á Landssjúkrahúsinum í 2011.

Orsøkin er, at í hesum førum er mett, at tað er mest ráðiligt hjá barnakonunum at eiga á Landssjúkrahúsinum.

Við øðrum orðum hava jarðarmøðurnar í Suðuroy ofta havt viðtalurnar meðan jarðarmøðurnar í høvuðsstaðnum hava tikið ímóti børnunum.

Klaksvík ikki við

Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi eru ongin børn fødd síðan 2011, tá føðideildin í Klaksvík bleiv niðurløgd og allar føðingar fluttar til Havnar.
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. apríl
Breddin: Arbeiðarafeløgini og 1. mai
207756
Mikudag 29. apríl
Mono 290426 - 5. sending
207733
Mikudag 29. apríl
Skratsj 29. apríl 2026
207718
Mikudag 29. apríl
Eitt korter við klassiskum
207717
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204