- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heilsumiðstøðin verður á Tvøroyri

Ein felags heilsumiðstøð fyri alla Suðuroynna verður bygd á Tvøroyri og skal eftir ætlan standa klár í 2029.
Tað hevur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, avgjørt.
Endamálið er at tryggja suðuroyingum eina betri og støðugari kommunulæknatænastu og gera tað lættari at fáa kommunulæknar í føst størv í oynni.
Breið semja er um at hava eina felags heilsumiðstøð í Suðuroynni, men kommunurnar hava ikki verið samdar um, hvar hon skal vera.
Kommunurnar ósamdar
Kommunurnar í norðaru helvt hava mælt til Tvøroyri, meðan kommunurnar í sunnaru helvt hava mælt til at útbyggja verandi heilsumiðstøð í Vági.
Heilsumálaráðið grundgevur millum annað fyri avgerðini við, at bæði sjúkrahúsið og apotekið eru á Tvøroyri, og at nærleikin til sjúkrahúsið gevur betri møguleikar fyri fakligum samstarvi.
Verandi heilsutænastur halda fram sum áður, til nýggja heilsumiðstøðin er klár.


























