Magnus smurdi alt av í Svøríki

Magnus smurdi alt av í Svøríki
Svimjarin, Magnus Jákupsson, hevur vunnið trý gull á stevnu í Svøríki
Magnus Jákupsson vann trý gull og eina silvur á svenskari svimjustevnu
 
21.10.2013 - 12:21

Magnus Jákupsson tykist at vera í topp formi. Um vikuskiftið vann hann trý gull í kappingini, Svenska Simspelen.

Magnus vann gull í 50 metur rygg, har hann eisini setti nýtt stevnumet við tíðini 26.64.

Í 200 metur rygg vann Magnus gull við tíðini 1.58.09

Magnus vann eisini gull í 100 metur ryggsvimjing. Har setti hann persónligt met og stevnumet við tíðini 52.63

Umframt tey trý gullheiðursmerkini vann Magnus eisini silvur í 50 metur firvald.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650

Meira um sama evni