Fýra tikin út til HM í svimjing

Fýra tikin út til HM í svimjing
Fýra føroyskir svimjarar eru tiknir út til heimsmeistarakappingina í Beijing fyrst í desember
Isak Brisenfeldt er ein av fýra, sum eru tikin út til HM í svimjing í Beijing
 
10.11.2026 - 09:11

Ísak Brisenfeldt úr Havnar Svimjifelag og Líggjas Joensen, Lea Osberg Højsted og Jóhanna Ólavsdóttir úr Ægi eru tikin út til heimsmeistarakappingina í svimjing, sum verður í Beijing í desember.

Ægir Open um mánaðarskiftið var síðsta freist at klára kravtíðirnar, og síðan hevur starvsnevndin hjá Svimjisambandi Føroya tikið hesi fýra út.

Hóast tey formliga umboða føroysk feløg, sminja minst trý teirra í Danmark. Líggjas Joensen hevur í longri tíð vant í Aalborg Svømmeklub, og seinni eru bæði Isak Brisenfeldt og Lea Osberg Højsted farin til sama felag at royna seg.

SÍ EISINI: Føroyingarnir í Aalborg væl nøgdir

Úttøka hevur eisini verið til Norðurlandameistarakappingina fyri seniorar og juniorar í Vilnius. 

Føroysku seniorarnir í kappingini vera Bartal Erlingsson Eidesgaard (HS), Heini Mohr Askham (Ægir), Silas Dam Lindberg (HS) og Fróði Hansen (Ægir). 

Juniorarnir, sum eru tiknir út, eru Tórir Olsen (Ægir), Theodor Salter (HS), Sissal Rógvadóttir (Susvim) og Jórun Winther (Susvim).

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. november
Vikuskiftið 27 nov 2026
217131
Fríggjadag 27. november
LEITISSTEIN 27.11.2026 (Aggrasoppar)
217118
Fríggjadag 27. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Fróði Bjarnason
217100
Fríggjadag 27. november
RagnarRokk: Serena Cherry um Extinguish Thy Flame
215806
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 28. november
PAZ - teknmálstulkað
217142
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217141
Fríggjadag 27. november
Veðrið
217129
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217111
Hósdag 26. november
PAZ
217069