Bakkafrost hálva milliard í vinningi í ár

Bakkafrost hálva milliard í vinningi í ár
Úrslitið í triðja ársfjórðingi var 244 mó. kr. fyri skatt. Havsbrún hevði 43 mió. kr. í vinningi
 
05.11.2013 - 07:48

Lidnu vørurnar geva framvegis undirskot. Men góði laksaprísurin ger, at úrslitið hjá Bakkafrosti eisini var gott í triðja ársfjórðingi. Úrslitið var 244 mió. kr. í vinningi fyri skatt og 200 milliónir eftir skatt, kunnger Bakkafrost í morgun. Til 1.oktober var úrslitið 553 milliónir fyri skatt og 451 milliónir eftir skatt.

20 mió. í halli

Men deildin, sum ger lidnar vørur, hevði 20 milliónir krónur í halli í triðja ársfjórðingi. Orsøkin er tann høgi prísurin, sum deildin noyðist at lata fyri laksin. Eftirspurningurin eftir laksi er størri enn útboðið. Tí hækkar prísurin.

Og prísurin fyri lidnar vørur er avtalaður hálvt ella heilt ár frammanundan í sølusáttmálum. Bakkafrost seldi 11.335 tons av laksi og setti 2,8 milliónir smolt út í triðja ársfjórðingi í ár.

Havsbrún 43 mió. í vinningi

Havsbrún hevði 43 mió. kr. í vinningi av rakstrinum í triðja ársfjórðingi, átta milliónir meira enn í fjør. Havsbrún hevur keypt meiri fisk í ár, og hevur tí kunnað gjørt mjøl og lýsi umframt laksafóður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Filosofiskur 3. partur
213777
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650