Filmspremiera í Miðvági

Filmspremiera í Miðvági
Leygarkvøldið 16. november verður nýggi føroyski filmurin "John", eftir Juliu í Kálvarlið, frumsýndur í Bygdaskúlanum í Miðvági
 
15.11.2013 - 11:53

Filmurin "John" snýr seg um ein mann, ið býr og arbeiðir á bygd í Føroyum. Hesin maður fremur ymiskt, sum ikki tolir dagsins ljós.

Søgan er um samband millum menniskju, sálarligar veikleikar og loynidómar.

Filmurin er hin fyrsti hjá Julia í Kálvalíð úr Miðvági, sum hevur gingið á universitetinum í Tallinn og nomið sær útbúgving innan film- og miðlavísund.

"John" var gjørdur ísambandi við fráfaringarroyndin hjá Juliu í Kálvarlíð, og er upptikin í Føroyum við føroyskum leikarum.

Dyrnar í Bygdaskúlanum í Miðvági lata upp kl 18.00 leygarkvøldið.

Allar leikarar verða við til frumframførsluna, saman við leikstjóra og hjálparfólki annars.

 

Her ber til at síggja ein brellbita av filminum: "JOHN" BRELLBITI

 

Kelda: vp.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur 5.partur
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858