Klintrari datt 1500 m og doyði á fjalli, ið Jensjákup er á veg niðaná

Klintrari datt 1500 m og doyði á fjalli, ið Jensjákup er á veg niðaná
"Eg kendi hann ikki, men eg sá týska klintraran fleiri ferðir á leiðini. Hann var á veg niðan á Ama Dablam samstundis sum eg sjálvur," sigur Jansjákup Hansen, fjallaklintrari
Jensjáku Hansen, fjallaklintrari, á veg niðan á Ama Dablam, sum mánadagin kravdi eitt mannalív
Mynd: Jensjáku Hansen  
 
28.10.2026 - 11:07

Beint nú situr føroyski fjallaklintrarin Jensjákup Hansen í grundleguni við fjallið Ama Dablam í Nepal í 4800 metrar hædd og bíðar eftir veðurlíkindum til at fara niðan á toppin á kenda fjallinum, sum er 6814 metrar høgt. 

Men mánadagin hendi ein klintrivanlukka á Ama Dablam, tá 57 ára gamli týski fjallaklintrarin Wolfgang Waschiczek fall 1500 metrar til sín deyða, á veg oman aftur av toppinum á Ama Dablam. 

"Vit vóru á veg úr Legu 1, tá bjargingartyrlan kom," greiðir Jensjákup Hansen frá.

"Júst hvat hendi, veit eg ikki, men týski klintrarin var komin upp á toppin sunnudagin, og hevði so gist í Legu 3. Mánamorgunin datt hann umleið 1500 metrar til sín deyða. Tað eigur ikki at henda, tí fastar línur eru úr Legu 1 og allan vegin upp á toppin, og klintrarar skulu altíð vera íbundnir." 


Útsýnið móti tindinum á Ama Dablam og staðnum, har týski klintrarin fall (Mynd: Jensjáku Hansen)

 

Einsamallur í fimm minuttir

Enska blaðið Independent skrivar, at vanlukkan hendi, tá týski klintrarin eina løtu var einsamallur í Legu 3, tí ferðaleiðari hansara á fjallinum var farin at handa øðrum klintrarum ein soviposa og aðra útgerð aftur, ið teir høvdu lánt. 

Tá ferðaleiðarin fimm minuttir seinni kom til staðið, teir skuldu hittast, var Wolfgang Waschiczek horvin. 

Sambært Bodhraj Bhandari, sum er stjóri í felagnum Snowy Horizon, ið skipaði fyri ferðini hjá Wolfgang Waschiczek, so hevði týska klintrarin ikki verið í ísbroddum (crampons), tá vanlukkan hendi. 

 

Greiður yvir vandarnar

Jensjákup Hansen kendi ikki týska fjallaklintraran persónliga, hóast hann hevði borið eyga við hann nakrar ferðir.

"Nei, eg kendi hann ikki. Týski klintrarin var ikki partur av okkara bólki. Vit eru nógv, ið ganga leiðina niðan í senn, og har varnaðist eg hann nakrar ferðir, tá hann var á veg niðan á toppin."

Spurdur, hvussu vanlukkan ávirkar hann og hinar fjallaklintrarnar, ið eru ávegis niðan á  Ama Dablam, er Jensjáku Hansen júst so ærligur og bersøgin, sum flestu føroyingar kenna hann fyri at vera. 

"Vanlukkan ávirkar lítið og einki," staðfestir miðvingurin. 

"Tað er sjálvandi syrgiligt, og tankarnir fara til tey avvarðandi. Men hetta er løgið ítriv í so máta. Eg eri greiður yvir vandarnar við tí, eg fáist við. Men eg havi drúgvar royndir og veit, hvussu skjótt ein støða kann broytast. Eg kann ikki verja meg fyri øllum, men egna trygd kann eg gera nakað við, og har slaki eg ikki."


Fastar línur eru úr Legu 1 og allan vegin upp á toppin, og klintrarar skulu altíð vera íbundnir," greiðir Jansjáku Hansen frá (Mynd: Jensjáku Hansen)

 

"Eg eri greiður yvir vandarnar við tí, eg fáist við (...) Eg kann ikki verja meg fyri øllum, men egna trygd kann eg gera nakað við, og har slaki eg ikki."

Jensjáku Hansen, fjallaklintrari

 

Broytir einki

Syrgiligu vanlukkuna hevur heldur ikki fingið Jensjáku Hansen at endurskoða sínar ætlanir um at klintra niðan á toppin á Ama Dablam. 

"Nei, tað hevur tað ikki. Eg visti, at hetta var vandamikið, áðrenn eg fór heimaífrá, og í so máta er einki broytt. Men eg taki ikki óneyðugar kjansir. Eru líkindini ikki til at koma upp á toppin, so vendi eg við aftur."

Jensjáku Hansen greiðir frá, at Ama Dablam, sum liggur í sama landsluti sum Mount Everest, er eitt sera bratt og tekniskt krevjandi fjall.

"Tað er nógv klintring, og tú skalt alla tíðina hava skil á útgerðini og trygdini. Hæddin ger eisini sítt. Eg havi mangan kent meg tungan á veg niðaneftir, men á seinasta tilvenjingartúrinum skar eg upptøkuútgerðina niður í minimum og skipaði upptøkurnar betur. Tað gjørdi stóran mun. Tað tekur nógva orku at filma samstundis sum eg klintri."

 

"Eg visti, at hetta var vandamikið, áðrenn eg fór heimaífrá, og í so máta er einki broytt. Men eg taki ikki óneyðugar kjansir. Eru líkindini ikki til at koma upp á toppin, so vendi eg við aftur."

Jensjáku Hansen, fjallaklintrari

 

Leggur alt í Harrans hendur

Jensjáku Hansen skilir væl, at fólk har heima vera bangin, tá tey hoyra um slíkar vanlukkur sum hana, ið hendi júst har, hann er staddur á Ama Dablam. 

"Tað hevði verið løgið annað," sum hann so bersøgið tekur til. "Men eg havi vant nógv, havi góða útgerð og roynd fólk við mær. Tað tryggjar ikki, at einki kann henda. Tað veit eg væl."


Ama Dablam, sum liggur í sama landsluti sum Mount Everest, er eitt sera bratt og tekniskt krevjandi fjall at klintra niðaná, sigur Jensjáku Hansen (Mynd: Jensjáku Hansen)

 

Annars gongur alt eftir ætlan í royndini at koma upp á Ama Dablam.

"Eg eri júst komin niður aftur av tilvenjingartúri í 5.800 metra hædd og eri væl fyri. Nú er tað veðrið, sum avgerð, nær eg sleppi niðan á toppin."

Veðurlíkindini eru einki serlig næstu dagarnar, tá roknað verður við umleið 40 sentimetrum av kava. Tað økir um vandan fyri skalvalopum, og kavin skal hava tíð at festa seg.

"Men sunnudagin sær veðrið út til at batna. Men eg havi góða tíð og eri tolin," sigur føroyski fjallaklintrarin. 


Jensjáku Hansen, fjallaklintrari, tá hann fyri nøkrum døgum síðani var ávegis móti fjallinum Ama Dablam, sum sæst í bakgrundini (Mynd: Jensjáku Hansen)

 

"Nei, tað er ikki vert at missa lívið, fyri at standa á einum fjallatoppi. Eg vil fegin upp á toppin, men eg vil eisini heim aftur."

Jensjáku Hansen, fjallaklintrari

 

Ikki vert at missa lívið

Sovorðnar vanlukkur fáa altíð fólk at spyrja seg sjálvi, um tað er vert at seta lívið í veð, fyri at náa upp á ein fjallatind. 

"Nei, tað er ikki vert at missa lívið, fyri at standa á einum fjallatoppi. Eg vil fegin upp á toppin, men eg vil eisini heim aftur," staðfestir Jensjáku Hansen. "Men hinvegin, so havi eg fingið nógvar góðar upplivingar og royndir burturúr hesum, sum eg ikki hevði viljað verið fyriuttan."

Túrurin hjá Jensjákupi Hansen upp á Ama Dablam verður gjørdur í samstarvi við Alzheimerfelagið, har uppmerksemið, sum Jensjáku fær, verður brúkt til at kunna um demens og savna pengar til túrin. Yvirskotið fer til Alzheimerfelagið, og nú eru yvir 100.000 kr í teirra parti, ger Jensjáku Hansen vart við.

"Tann møði, stúran og pína, eg merki hesa stuttu tíðina, er einki samanborið við tað, sum demensrakt og avvarðandi merkja. Men eg eri væl fyri, njóti hvørja løtu og leggi alt í Harrans hendur." staðfestir hann. 


Leiðin upp á sjálvan tindin á Ama Dablam byrjar í grundleguni (Base Camp) í 4.500 metra hædd og so gongur hon umvegis fleiri legur á vegum upp á toppin
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643