2013 eitt vánaligt ár til botnfisk undir Føroyum

2013 eitt vánaligt ár til botnfisk undir Føroyum
Higartil í ár eru fiskað 40.000 tons av vanligum botnfiski undir Føroyum, sløk 10.000 tons færri enn í fjør. Og virðið er minkað 141 mió. kr.
 
22.11.2013 - 15:34

2013 verður eitt av vánaligu árunum, tá talan er um fiskiskap undir Føroyum. Fyrstu níggju mánaðirnar eru fiskað 40.000 tons av vanligu botnfiskasløgunum, sløk 10.000 tons færri enn í fjør. Tilsamans eru 64.000 tons fiskað, á leið 8.000 tons færri enn í fjør. Talan er um botnfiskaveiðu, sum er á leið 7.000 tons um mánaðin.

Virðið á fiskinum er 547 milliónir kr., 141 milliónir kr. minni enn í fjør. Verður talan um somu gongd, tað sum er eftir av árinum, verður samlaði fiskiskapurin av botnfiski á leið 85.000 tons.

Barentshavið trýstir prísin

Samstundis verða prísirnir trýstir, tí nógvur fiskur er á marknaðinum. Tað er fyrst og fremst nógvi toskurin úr Barentshavinum, sum trýstir prísin, men talan er eisini um kreppu í fleiri evropeiskum londum, sum ger, at fólk ikki hava ráð at keypa.Tí fellur prísurin eisini á fiskasløgum sum longu og brosmu, sum áttu at komið í staðin fyri toskin.

Einasta fiskaslag, sum hevur hildið prísin, er upsi. Upsaprísurin liggur um átta kr. fyri kg, og tað hevur hann gjørt leingi.Upsin verður serliga seldur sum feskt flak. men hóast prísurin á upsa heldur sær, so minkar fiskiskapurin nógv. Fyrstu níggju mánaðirnar minkaði fiskiskapurin eftir upsa við sløkum 6.000 tonsum, niður á 22.000 tons.

Heldur gongdin sær, tað sum er eftir av árinum, verður veiðan frá føroyskum skipum neyvan meiri enn eini 85.000 tons, sum verða seld fyri góðar 700 milliónir kr.

Tvær milliardir í 2008

Tá best gekst í fiskivinnuni undir Føroyum, seldu skipini fyri góðar tvær milliardir kr. Tað var kortini bert tað eina árið, í 2008, tá bæði nøgd og prísur vóru góð. Verður útflutningurin av botnfiski 700 milliónir kr. í ár, er tað bert ein triðing av søluvirðinum metárið 2008.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. apríl
Mono 290426 - 5. sending
207733
Mikudag 29. apríl
Skratsj 29. apríl 2026
207718
Mikudag 29. apríl
Eitt korter við klassiskum
207717
Mikudag 29. apríl
Serfrøðingurin
207705
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204